Skip to main content

Tíðindi

KUNNGERÐ UM FÓLKATINGSVAL Í SANDS KOMMUNU

Til veljarar til fólkatingsvalið 24. mars 2026 í Sands kommunu.

Vísandi til atfólkatingsval er útskrivað 26 februar 2026 so skal hervið verða kunngjørt, at atkvøðugreiðslan fer fram týsdagin 24. mars 2026:

  • Á ovaru hæddini á bókasavninum, Mørkin Mikla 3

Atkvøtt verður millum kl. 10.00 og 20.00 og heldur fram, so leingi veljarar møta uttan steðg.

Brævatkvøða:
Veljarar, ið sambært vallógini hava rætt til at nýta brævatkvøðu, kunnu atkvøða á kommunuskrivstovuni í vanligari avgreiðslutíð millum kl. 09.00 til 13.00. Seinasta freist fyri at greiða brævatkvøðu er mikudagin 23. mars 2026.

Heimaval:
Tey, sum vegna sjúku ikki kunnu koma á valstaði, kunnu velja heima í seinasta lagi mikudagin 23. mars 2026 við at venda sær til kommunuskrivstovuna telefon 661030 í seinasta lagi sama dag kl. 13.00.

Valkort:
Valkort verða send veljarunum í kommununi við postinum, og um persónur, sum heldur seg hava valrætt, ikki fær valkort sendandi, verður viðkomandi biðin um at seta seg í samband við kommunuskrivstovuna á telefon 661030 skjótast.

Veljari skal hava valkortið við sær til valborðið.

Sandur, tann 4. mars 2026

Sands kommuna