Skip to main content

Tíðindi

Marcus Klementsen hevur havt áhuga fyri laðing í fleiri ár

Laðingin, eg nú fáist við, verður 15 metrar long

Marcus sigur, at hann viðhvørt kann standa langar løtur, og einki kemur burtur úr, tí steinarnir, hann hevur við hondina, vísa seg ikki at passa saman.

- So, taki eg ein steðg, og tá eg vendi aftur, kann alt fella upp á pláss við júst somu steinum, sum eg legði frá mær, sigur hann brosandi.

Hann er í løtuni í holt við seinnu laðingina beint yvir av Eldhúsi á Sandi, har vegurin hevur verið trongur.

- Nú verður vegurin umleið hálvan annan metur breiðari. Tað merkir, at hóast bilar standa parkeraðir við handilin, kunnu tveir persónbilar møtast á vegnum.

Soleiðis verður nú hesin fløskuhálsur, sum vegurin framvið Eldhúsi hevur verið, væl breiðari enn áður.

Ein longri grein er á facebook-vanganum hjá Sands kommunu sandur.fo