Skip to main content

Tíðindi

Minnisvarðar vera oftast settir yvir daprar hendingar

men á Sandi er minnispláta sett upp fyri at minnast eina gleðishending.

Vit mugu minnast tað góða.

Tá óveður brast á tann 14. mars 1940, vóru tríggir bátar ov seinir at venda leiðina heim aftur til Sands. Hetta hevði við sær eina óhugnaliga nátt, har menn fyrst máttu fara úr einum báti, og síðani eisini báti nummar tvey, til teir at enda sótu 20 mans í einum báti, sum er minni enn eitt tíggjumannafar. 

- Eg dugi ikki at ímynda mær, hvussu her hevði verið á Sandi, um teir ikki komu aftur, sigur Kristian Oskar Henriksen, sum er ein av teimum, sum hevur arbeitt fyri at minnispláta verður sett upp fyri at minnast gleðishendingina, tá allir 20 menninir komu aftur í øllum góðum dagin eftir.

Minnisplátan er fest í sólurið, sum stendur á Ljósafløtti á Sandi, og hon er eitt gott prýði fyri bygdina, heldur Kristian Oskar.

Kringvarpið hevð eina samrøðu við Kristian Oskar Henriksen.

Hoyr samrøðuni HER Vit mugu minnast tað góða | Kringvarp Føroya (kvf.fo)

Tað er Elin Michelsen, sum eigur tekstin, sum stendur á kvf.fo