Tíðindi
Mótmæla ætlaðu vindmyllulundini vestan fyri Sandsbygd
Varveitingar vert øki!
Tá stór inntriv skulu gerast í náttúruna krevst umhugsni og skynsemi.
Fyri náttúrutilvitað er hetta eitt heilt serstakt øki. Fuglasløgini í økinum eru skúgvur, ternur, reyðspógvi, láir, fjallmurrur, kjógvar, mýrisnýpur, stelkar, erlur, títtlingar, grágrælingar, steinstólpur, óðinhanar, størsta helsareyðaøkið í Føroyum er her, grælingar, tjøldur, tangspógvar, vípur, drunnhvítar, sýldir drunnhvítar, likkur, svartbakar og onnur másasløg. Lómar á Gróthúsvatni og ymisk antarsløg.
Fáar 100 metrar frá ætlaðu staðsetingini eru fuglabjørg. Har eiga lundar, lomvigar, álkur, ritur, skrápar, skarvar, æður og teistar, og aðrir smáfuglar, sum veiða kykt í bjørgunum.
Henda ætlanin er sera illa umhugsað, tí neyðugt verður at gera ein langan breiðan veg við fleiri brúm og rulliportrum gjøgnum 7 hagapartar við grýtutum heyggjalendi. Báðumegin fjallaryggin eru vátlendi við stórum lívfrøðiligum plantumargfeldi sambært serfrøðingum. Økið frá Gróthúsvatni í Trøllhøvda og aftur í Salthøvdan eigur at gerast til størsta ramsarøki í Føroyum, tí ongastaðni í landinum er slíkt serstakt náttúruøki.
Av tí at myllurnar eru so ógvisliga stórar og so nær bygdum øki, koma tær at hava neiliga ávirkan á trivnaðin og sálarheilsuna hjá fólki.
Í luftini verða óljóð, skuggakast og turbulensur. Ristingar í jørðini koma at ávirka fuglalívið og fenaðin. Sandoyggin missir síni ríku náttúru eyðkenni. Vit skulu varðveita Sandoynna, sum tað serstaka og serliga náttúruøkið, Sandoyggin er. Uttan serstøku náttúruna í Sandoynni vera Føroyar fátækari.
Jóanes í Miðstovuni í Trøðum 56, 210 Sandur
Róin Clementsen Heimasandsvegur 1, 210 Sandur
Hallur Jensen undir Reynum 13, 210 Sandur
Jóan Petur Clementsen, Undir gøtuni 6, 210 Sandur
Í Sands kommunu eigur støða at takast til gegni hjá kommunustýrislimum!
Hetta skriv stendur á VP.fo og á IN.fo