Tíðindi
Myndir: Tóku ímóti nýggja skipinum á Sandi
Sandingar tóku seinnapartin ímóti nýggja Sandshavinum. Hetta er eitt frystiínuskip, sum er keypt úr Íslandi.
Nýggja skipið er 47,7 metrar langt og 9 metrar breitt, meðan gamla Sandshavið, sum nú kallast Sandsvág, er 34 metrar langt og 7,5 metrar breitt.
Nýggja Sandshavið er sama slag sum Vesturhavið, Eivind og Jákup B, men eins og við Jákupi B, er nýggja Sandshavið longt, síðani tað var bygt.
Ætlanin var at hava móttøkuna í gjár, men av ymsum orsøkum bleiv hetta ikki til nakað. Í dag eydnaðist.
Emil Simonsen tók myndirnar: MYNIRNAR SÝGGJAST HER https://fiskur.fo/myndir-toku-imoti-nyggja-skipinum-a-sandi
Tað skrivar portal.fo