Tíðindi
Navna- og búmerkjakapping til nýggja barnagarðin á Sandi
Navna- og búmerkjauppskotini skulu, saman við stuttari frágreiðing, um hví tygum halda tygara navn vera hóskiligt, sendast til:
Sands kommunu á sandur@sandur.fo ella teigar@sandur.fo.
Eisini kann sendast við brævi- og merkið brævbjálvan " Navna- og búmerkjakapping "
Uppskotini skulu vera okkum í hendi áðrenn 1. Novembur 2026.
Kommunan og leiðslan í barnagarðinum tilskilar sær rætt til at velja millum innkomnu uppskotini, ella onki at velja.
Virðislønin fyri besta uppskotið er kr. 3.000,00.
Somuleiðis tilskilar nevndin sær rætt til at velja navn og búmerki frá hvør sínum uppskotsstillara. Virðislønin er tá kr. 2.000,00 fyri hvørt.
Sands kommuna

