Skip to main content

Tíðindi

Neyðugt var at fáa samstarvið í lag

Regluligar venjingar eru saman við fólkum frá Tórshavnar sløkkilið

Sands sløkkilið er í dag ein samanrunnin partur av Tórshavnar sløkkiliðið.

Neyðugt var at fáa samstarvið í lag.

Eitt samstarv, sum er ein sólskinssøga.

Sands Sløkkilið hevur regluligar venjinga saman við fólkum frá Tórshavnar sløkkilið.

Sands Sløkkilið hevur framkomna útgerð, m.a. klippiútgerð í bilinum, ein útgerð, sum vit vónandi ongantíð koma at hava brúk fyri.

Hendir eitt óhapp, so eru bæði sløkkiliðini til reiðar við góðari útgerð.

Myndirnar sýna eina av mongu venjingunum við klippiútgerðini.