Skip to main content

Tíðindi

Nú eitur pedell-húsið Inni í Dal B71-húsið

Avtala er gjørd við Sandoyar Skúlasambandið um brúk av húsinum til felagshús.

Lions Tindur hevur latið B71, sum er ítróttarfelagið í Sandoynni, eina gávu. 

Gávan er eitt stórt skelti við búmerkinum hjá B71.

Búmerkið er hongt uppá gamla pedell-húsið Inni í Dal, sum nú verður kallað B71-húsið. 

Soleiðis verður húsið nú rópt, eftir at avtala er gjørd við Sandoyar Skúlasamband um brúk av húsinum til felagshús hjá B71.

Á myndini eigur B71.

Tað skrivar in.fo