Tíðindi
Nú er Ólavur stjóri á Listasavninum
Ólavur Jøkladal er settur sum stjóri á Listasavninum á Sandi.
Ólavur er cand. mag. í tónlist og norðurlendskum máli og hevur drúgvar royndir innan fyrisiting.
Sum stjóri skal hann samskipa virksemið á Listasavninum, har summartónar 2024 júst er á skrá hjá savninum; tað eru eisini aðrar framførslur og skeiðsvirksemi gjøgnum árið.
Listasavnið á Sandi er opið hósdag, fríggjadag, leygardag og sunnudag frá kl. 13 til 16 og er annars opið eftir avtalu, og tá tiltøk eru.