Skip to main content

Tíðindi

Síðurnar til nýggja barnagarðin settar upp

Børn, avvarðandi og starvsfólk fáa nú bestu umstøður.

Fyrradagin vóru síðurnar til nýggja barnagarðin á Sandi reistar. 

Børn, avvarðandi og starvsfólk fáa nú bestu umstøður.

Nýggi barnagarðurin á Sandi fer at hava pláss fyri umleið 100 vøggustovu-og barnagarðsbørnum.

Byggifyritøkan, Bulur á Signabø, byggir barnagarðin, ið verður bygdur beint við nýggjastu útstykkingina.