Tíðindi
HOYR SAMRØÐURNAR: Ójøvn á máli um vindmylluætlanina á Sandi
- Tað hevur týdning at hava ein borgarafund, áðrenn slíkar avgerðir verða tiknar.
Tað sigur Hanna á Reynatúgvu, sum var við til at skipa fyri borgarafundinum heima á Sandi í gjárkvøldið um ætlaninar at seta vindmyllur upp í Klivaløkshaga.
Hanna á Reynatúgvu sigur, at tey, sum ikki taka undir við staðsetingini í Klivaløkshaga, hoyrdust serliga væl á fundinum.
Og fundarfólkini, sum vit hittu eftir borgarafundin, vóru ójøvn á máli um um ætlanina.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: Ójøvn á máli um vindmylluætlanina á Sandi | Kringvarp Føroya (kvf.fo)
Tað skrivar Ruth Winther Poulsen á kvf.o