Tíðindi
Opið hús | Móttøka - Hósdagin 17. september kl. 15.00 – 17.00
bjóðar Barnaverndartænastan í Tórshavnar kommunu til opið hús í kommunuskrivstovuni á Sandi.
Tiltakið er í sambandi við, at Sandoyar og Skúvoyar kommunur hava undirskrivað samstarvsavtalu við Tórshavnar kommunu. Sambært avtaluni umsitur Barnaverndartænastan í Tórshavn málini hjá Barnaverndartænastuni í Sandoyar Sýslu frá 1. apríl 2026 at rokna.
Skrá
Tá fólk eru møtt, umleið kl. 15.15, verður farið undir skránna:
• Vælkomin
• Kunning um samstarvsavtaluna Stýrið fyri Barnaverndartænastuna í Sandoyar Sýslu.
• Kunning um virksemi hjá BVT Tórshavn og kunning um fyribyrgjandi arbeiði, dagstovna- og skúlasamstarv og SSP Barnaverndartænastan í Tórshavnar kommunu.
Starvsfólk frá Barnaverndartænastuni í Tórshavnar kommunu eru við til móttøkuna og kaffi og kaka verður at fáa.
Vinarliga Kristina Háberg, deildarleiðari Barnaverndartænastan í Tórshavnar kommunu

