Skip to main content

Tíðindi

Ov gamlir oljutangar kunnu verða ólógligir

Skráset tangan niðanfyri

Minst til at kanna og skráseta tín oljutanga, tí frá fyrsta januar 2026 gerast fleiri ólógligir.

Higartil hevur kunngerðin um oljutangar (2018) kravt, tangar við ókendum framleiðsluári ella tangar, sum ikki eru góðkendir ella hava ókenda konstruktión ella ókent tilfar, skulu verða tiknir úr nýtslu í húsum, sum eru bygd fram til og við 1980. 1. januar 2026 kemur ásetingin eisini í gildi fyri hús, sum eru bygd í tíðarskeiðinum 1981-2000.

Tí hevur tað stóran týdning, at oljutangin verður kannaður, skrásettur og helst skiftur, um hann ikki lýkur krøvini, sum kunngerðin ásetur.

Hevur tú ein gamlan oljutanga, skalt tú sum borgari vera greiður yvir, at tangin er í vanda fyri at dálka bæði mold og vatn. Hendir hetta, kann tað gerast kostnaðarmikið, tí tryggingin tekur bara við, tá ið øll lógarkravd viðurskifti eru í lagi. Sum grundeigari hevur tú sostatt fulla ábyrgd fyri, at tangin er lógligur, og at hann ikki er í vanda fyri at dálka umhvørvið.

Skrásetingarskipanin gevur tær møguleika fyri at skráseta fleiri oljutangaviðurskifti. Tú skalt til dømis bæði brúka skipanina, tá ið tú skrásetir verandi oljutanga, og tá tú boðar frá, at oljutangin er tikin úr nýtslu.

TRÝST HER FYRI AT SKRÁSETA TANGAN HER 

Slóðin til skráseting av oljutangum er á: https://hugin.fo/registeroiltankhome/24