Tíðindi
Reingerðarfólk søkist til ítróttarhøllina Inni í Dal
Hevur tú hug at arbeiða nakrar tímar um vikuna, so er møguleikin her.
Talan er um 12 tímar um vikuna við, fastari løn.
Vit vænta, at tú er:
- Álítandi og ábyrgdarfull/ur
- Samstarvssinnað/ur
- Røkin og arbeiðssamur
- Tolir broytingar og skifti
Arbeiðið inniber at vaska:
- Skiftirúmini
- Vesini
- Gongirnar
- Stóru trappuna
- Gongina á aðru hædd
- Kantinuna
- Venjingarhølið á aðru hædd
Løn sambært sáttmálanum hjá Føroya Arbeiðarafelag.
Meiri fæst at vita við at seta seg í samband við Gunn Daniu á tel. 270799 aftaná kl. 14, ella
við at skriva til sandoyarskulasamband@outlook.com
Vinaliga send umsókn til sama teldupost innan 24. Mars. 2025
Sandoyar Skúlasamband