Tíðindi
Samstarva um tilbúgvingina í Sandoyartunnlinum
Sands kommuna og Tórshavnar kommuna samskifta um at samstarva um tilbúgvingina.
Tað varð umrøtt á fundi millum Heðin Mortensen, borgarstjóra í Tórshavnar kommunu, og Hera Sverrason, borgarstjóra í Sands kommunu.
Á myndini eru Marnar Højsted, kommunustjóri í Sands kommunu, Heini Østerø, leiðari fyri Tórshavnar Sløkkilið, Heri Sverrason, borgarstjóri, Sands kommuna, Heðin Mortensen, borgarstjóri Tórshavnar kommuna
Málið skal tó samtykkjast av býráðnum í Havn og bygaráðnum á Sandi, áðrenn avtalan kann undirskrivast.
Tórshavnar kommuna og Sands kommuna hava, sum er, ávíst samstarv, t.d. innan barnaverndarøkið.
Bæði Heri Sverrason, borgarstjóri í Sands kommunu, og Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, síggja nógvar aðrar aðrar møguleikar fyri samstarvi millum kommunurnar eftir at Sandoyartunnilin letur upp.
Ein umrøddur møguleiki er samstarv á skúlaøkinum, tí kommunurnar báðar hava nógv at bjóða næmingunum hjá hvør øðrum.