Tíðindi
Samt bygdarráð
Bygdarráðið í Sands kommunu stendur saman og tosar við einari rødd í sambandi við Suðuroyartunnilin og vegaføringar.
Meirilutin og minnilutin í Sands bygdarráði eru á einum máli um, at ferðslan í sambandi við Suðuroyartunnilin skal ikki gjøgnum bygdina.
Tað er greitt eftir eykafundin í bygdarráðnum mikudagin 5. nov.
Eini 80 fólk vóru á fundi.
Uppskot til løgtingslóg um Suðuroyartunnilin er farið til hoyringar.
Uppskotið snýr seg um at geva partafelagnum Suðuroyartunnil heimild til at fyrireika, projektera og bjóða út ein Suðuroyartunnil við tilhoyrandi tunnils- og vegakervum.
Í bygdarráðnum á Sandi eru tey ikki nøgd við, at tey hava fingið so stutta hoyringarfreist. Freistin er bara tvær vikur, og tað verður ikki góðtikið.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: Samt bygdarráð: Eingin vegur gjøgnum bygdina á Sandi | Kringvarp Føroya
Greinin og ljóðsamrøðan er frá heimasíðuni kvf.fo

