Skip to main content

Tíðindi

Sandoyar hálvmaraton

Fríggjadagin 16 mai er Sandoyar hálvmaraton

 

Fríggjadagin 16. mai er Sandoyar hálvmaraton

 

Talan er um 3 rutur, allar byrja og enda við kommunuskrivstovuna.

1. Hálvmarathon renna/ganga  runt Sandsbygd- til Søltuvíkar og aftur- inn ímóti tunnilsmunnanum- heimaftur eystanfyri Sandsvatn, byrjar kl 14.00

2. Sand- Søltuvík- Sand, byrjar kl 14.20

3. Sand- runt Sandsvatn- Sand byrjar kl 14.20

VEGUR STONGDUR - 

Í hesum sambandi er vegurin til Søltuvíkar stongdur frá 13:30 til 16:30 fyri óneyðugari ferðslu.

Tað verður nógv fólk á vegastrekkinum frá bygdini inn í dal til tunnilsmunnan -og runt vatnið, millum kl 14 til 18 henda dagin

Av tí vit steingja vegin til bygduna millum kl 13:15 og 17:30, mugu vit tryggja

  • At tilbúgvingar akfør altíð sleppa ígjøgnum.
  • At bussar hjá SSL sleppa ígjøgnum, so teir fáa hildið sína rutuætlan. 
  • At runnið verður eftir umstøðunum á landsvegi.