Skip to main content

Tíðindi

Sandoyartunnilin verður ikki jólatrøll

Tað verður arbeitt fram ímóti, at Sandoyartunnilin letur upp í ár. Um vit náa tað, dugi eg ikki at siga í løtuni, men tað er framvegis málið, sigur stjórin í P/F Eystur-og Sandoyartunlar, Teitur Samuelsen.

Arbeiða við pynti Eins og í øðrum undirsjóvartunlum, er ætlanin eisini, at Sandoyartunnilin verður prýddur innan við litaðum ljósum í ávísum støðum í tunlinum. – Sandoyartunnilin er longsti tunnil í Føroyum, 10,8 kilometrar langur, og tað er rætt, at vit nú arbeiða við onkrum ljósprýði, eins og vit síggja tað í øðrum undirsjóvartunlum. Teitur Samuelsen viðgongur, at spenningurin er stórur, nú verkætlanin nærkast endanum. – Jú, tað er dagliga, at eg fái spurningin, nær Sandoyartunnilin letur upp, sigur tunnilsstjórin.

Tað sigur Teitur við blaðið SOSIALURIN - øll greinin og alt blaðið kann lesast HER Sosialurin (e-pages.pub)  - Tað krevst hald.