Skip to main content

Tíðindi

Sands Kommuna bjóðar øllum sínum borgarum ókeypis at luttaka í Sandoy Hálvmarathon 2027.

Sandoy Hálvmarathon og Sands Kommuna hava gørt avtalu -

Talan er um allar teinar, hálvmarathon 21,1 km- Søltuvík 10,9 km og runt Sandsvatn 6,8 km

Sandoy Hálvmarathon er eitt tiltak har øll kunnu verða við, tað er sosialt- sunt og savnandi. Í 2027 verður tað 15 mai.

Í ár vóru yvir 400 luttakarar, og uml 400 vitjandi gestir sum komu til tey hugnaligu tiltøkini á málinum.

Sands Kommuna er umframt hesa avtaluna eisini ein av høvðus stuðlunum av tiltakinum, og vit eru takksom fyri gott samstarv.

Á myndini eru Gunn Dania Sunstein, forkvinna í mentunarnevndin hjá Sands Kommunu, og Búi F Clementsen, formaður í B71.