Skip to main content

Tíðindi

Sands kommuna er nú á Vanganum

Alsamt fleiri viðurskifti kunnu nú avgreiðast á einum tryggum stað – Vanganum.

 

Íbúgvar í Sands kommu kunnu nú fara inn á Vangan og avgreiða viðurskifti síni við kommununa talgilt. 

– At flyta okkum á Vangan er eitt neyðugt og týðandi stig á talgildu leiðini, sigur Kristian Oskar Henriksen, borgarstjóri.

Tænastur - Vangin

Nýggji møguleikin gevur borgarum í Sands  kommunu møguleika fyri bæði tryggari og meira beinleiðis samskifti millum kommunu og borgara, ið kann avgreiða alsamt fleiri viðurskifti á einum tryggum stað – Vanganum.

At byrja við kunnu borgarar í kommununi fara á Vangan, tá ið tey skulu søkja um m.a 

Bústaðarváttan

Bústaðayvirlit

Byggiloyvi

Dagstovnapláss

Frípláss

Mentanarstuðul

P-tals váttan

Brenna bál

Altsamt fleiri møguleikar koma á Vangan.