Skip to main content

Tíðindi

Sands kommuna hevur gjørt avtalu um tilbúgving

Hetta er ein stórur dagur, vóru Heðin og Heri, borgarstjórar samdir um.

 

Í dag hava Tórshavnar kommuna og Sands kommuna skrivað undir samstarvsavtalu um tilbúgving í samband við Sandoyartunnilin.

C

Sandoyartunnilin kemur upp í Traðardali, sum liggur í Sands kommunu. Tískil hevur Sands kommuna ábyrgdina fyri tilbúgvingini. Hetta er ein stór uppgáva, og tí hevur Sands kommuna vent sær til Tórshavnar kommunu um samstarv.

Við hesi avtalu bindur Tórshavnar Sløkkilið seg til at røkja allar uppgávur í sambandi við tilbúgvingina í Sands kommunu, harímillum eisini í Sandoyartunnlinum.

Tilbúgvingin er undir dagligari leiðslu av tilbúgvingarleiðaranum hjá Tórshavnar Sløkkiliðið. Tilbúgvingarnevndin fyri Sands kommunu hevur dagligu, yvirskipaðu ábyrgdina av tilbúgvingini.

Sambært avtaluni fer Tórshavnar Sløkkilið at hava dagliga raksturin og átaksábyrgdina í Sandoyartunlinum. Men ábyrgdin liggur framvegis hjá Sands kommunu.

Tunnilin letur upp 21.desember.