Skip to main content

Tíðindi

Sands kommuna og SSL gjørt avtalu

Talan er um legupláss til Sildberan - eitt øki á bryggjuni og um parkeringsøki

 

Í vikuni var nýggjur sáttmáli gjørdur við SSL. 

Sáttmálin fevnir um legupláss til Sildberan og eitt øki á bryggjuni, har Sildberin liggur. Eisini er økið, har skúrarnir hjá SSL standa, við í avtaluni.

Sum nakað nýtt er avtala gjørd um parkering á nýggja parkeringsøkinum, sum Sands kommuna hevur gjørt beint omanfyri havnarlagið, har 400m2 eru fevndir av sáttmálanum, sum kommunan eisini fær pengar fyri.

Nærri um sáttmálan stendur á facebook-vanganum hjá Sands kommunu.