Tíðindi
Sands kommuna samtykt at leggja tænastugjald á tóm hús
Á kommunustýrisfundi 16.12.2025 samtykti Sands kommuna at nýta heimildina í nýggju løgtingslógini at leggja eitt árligt tænastugjald á tóm býlir í kommununi.
Lógarheimildin gevur kommununum møguleika at taka eitt gjald fyri felags kommunalar tænastur til hús, har eingin er skrásettur at búgva.
Kommunan veit um tóm býlir í kommununi.
Mett verður at hetta er ein rættvís skipan, sum tryggjar, at eigarar av tómum húsum eisini gjalda fyri tær felags tænastur og undirstøðukervi, ið øll nýta — eisini tá ið húsini ikki verða brúkt sum fastur bústaður.
Mett verður, at tóm hús skulu vera við til at fíggja felags tænastur, sum kommunan veitir.
Á myndini niðanfyri vísa vit á, hvat rakstrarkostnaðurin er í miðal fyri renovatión, kloakk, vatnveiting og sløkkiliðið. Miðalkostnaðurin tey seinastu fimm árini er 2.190 mill. kr.
Í lógini er sett eitt hámark á 7.945 kr. pr. býli. Sands Kommuna hevur sett gjaldið til 7.710 kr., sum er 640 kr. pr. mðr. Ásetingin av gjaldinum er grundað á miðalkostnaðin, sum er nevndur omanfyri.
Kravið verður sent eigaranum av býlinum. Eru fleiri eigarar, bera teir samábyrgd fyri upphæddini.
Niðanfyri sæst lógarheimildin eins og útrokningin, sum Sands kommuna hevur nýtt.
Her er leinkið til lógina, sum víst verður til, sí Lógarsavn
Niðanfyri er útrokningin av renovatión, kloakk, vatnveiting og sløkkilið.


