Skip to main content

Tíðindi

Skjótt verður økið við EFFO-støðina fullkomiliga broytt

Har kemur kafeteria, vaskihøll til bilar, íbúðir og haraftrat koma seks smáttur og høll til veteranbilar.

 

Gongst, sum Rasmus Rasmussen ætlar, verður gamli verkstaðsbygningurin á Sandi tikin niður. Í staðin kemur ein bygningur, ið kann brúkast sum kafeteria við trimum íbúðum í ovaru hæddini. Haraftrat koma seks smáttur, høll til veteranbilar og vaskihøll til bilar

Tað er eingin ivi um, at Sandoyartunnilin hevur broytt Sandoynna og eisini fer at broyta oynna í tíðini sum kemur. At Dalstunnilin, sum er nær, eisini fer at broyta Dal, er neyvan heldur nakar ivi um. Longu nú er fólkatalið í Dali – í prosentum – helst vaksið meira enn nakra aðrastaðni í Føroyum.

Bæði í Skopun, Sandi og Skálavík eru skaptir góðir møguleikar at seta búgv – í Skopun og á Sandi við nýggjum útstykkingum, og í Skálavík við 10 nýggjum íbúðum, sum standa lidnar og klárar at leiga út um stutta tíð.

Vinnulívið í Sandoynni hevur fingið betri møguleikar og vinna, sum sær møguleikar í Sandoynni, nýtist ikki longur at hugsa um Skopunarfjørð sum trongan fløskuháls.

Fiskavirkið í Skopun, sum keypir fisk á meginlandinum og avskipar lidnu vørurnar yvir aftur á meginlandið, hevur nú eisini betri møguleikar at skipa arbeiðið.

Alingin hjá Mowi á Sandi hevur tað munin lættari – ikki minst við útseting av smolti og tøku av fiski, og í Skálavík byggir Bakkafrost stóra smoltstøð.

Í ferðavinnuhøpi er Sandoyggin nú knýtt upp í meginøkið.

Bussar koyra javnan úr meginøkinum og í Sandoynna við ferðafólki, eins og veitarar í Sandoynni kunnu arbeiða inni á meginøkinum eins væl og í oynni.

Umhvørvið broytist

Tá tú kemur heim um Meginskúlan á Sandi, koyrir fram við Sandsvatni og móti bygdini á Sandi, sært tú yvir í Traðir og oman gjøgnum Sandsvatn.

Hetta er eitt serstakliga vakurt umhvørvi, sum fellur í eyguni.

Tá tú so nærkast bygdini á Sandi, er gamli bilverkstaðurin millum fyrstu bygningar, tú møtir, og hetta er í dag ikki vakrasta myndin av Sandi.

Men, henda myndin verður skjótt burtur, og nýtt verður bygt ístaðin.

Tað er Rasmus Rasmussen, sonur Ian Rasmussen í Kollafirði, sum eigur gamla verkstaðsbygningin, og tað er eisini hann, sum hevur sáttmálan við Bygdaleiðir um koyringina úr Havn í Sandoynna.

Tað er longu væl síðan, at grivið varð omanav lendinum á stóra grundstykkinum, har sjálvvirkandi Effo-støðin eisini er og soleiðis, sum Sosialurin skilir, verður gamli verkstaðsbygningurin rivin niður fyrsta dagin.  

Effo-støðin verður verandi, har hon er.

Sands kommuna hevur nevniliga samtykt at geva einum felag hjá Rasmusi Rasmussen byggiloyvi til eina stóra verkætlan á økinum, og hetta fer sambært tekningum, sum fyriliggja, at broyta hetta økið fullkomiliga.

Rasmus Rasmussen hevur nevniliga ætlanir um at byggja fleiri bygningar á økinum.

Her verður eitt nú ein bygningur á 223 fermetrar, sum kann hýsa kafeteria, køli-og frystirúmi, wc’um og øðrum, og í hæddini omanfyri kafeteria verður pláss fyri trimum íbúðum, har hvør íbúð hevur tvey sovikømur.

Haraftrat skulu seks stakar smáttur á umleið 50 fermetrar hvør byggjast á lendinum, leysar av hvørji aðrari, allari við terassu og parkeringsmøguleika. Sambært verkætlanini skulu smátturnar leigast út sum smá summarhús.

Í smáttunum verður køkur og uppihaldsrúm á tilsamans 25 fermetrar, sovikamar á 8,5 fermetrar, hems, wc við brúsu og durur.

Umframt kafeteria, íbúðir og smáttur er eisini við í verkætlanini ein høll á slakar 440 fermetrar, sum skal hýsa veteranbilum, og á økinum verður eisini bilvask.

Endaligt byggiloyvi

Kristian Oskar Henriksen, sum er formaður í teknisku nevnd hjá Sands kommunu, váttar, at kommunan hevur givið felagnum hjá Rasmusi Rasmussen endaligt byggiloyvi sambært reglum, sum eru galdandi á økinum.

- Vit eru ógvuliga spent upp á hesa verkætlan, sum sambært fyriliggjandi tekningum kemur at broyta hetta umhvørvið fullkomiliga. Tað er stuttligt at síggja, at onnur eisini síggja møguleikar, nú Sandoyggin hevur fingið fast samband við meginøkið, sigur hann í stuttari viðmerking.

Kristian Oskar Henriksen leggur aftrat, at soleiðis, sum kommunan hevur skilt, er ætlanin hjá Rasmusi Rasmussen at fara í holt við verkætlanina í nærmastu framtíð.

Greinin stóð í Sosialinum í Oktober mánaði.

Greinina hava vit sett her á heimasíðuna við loyvið frá Vilmund Jacobsen, sum er greinskrivari.