Tíðindi
So er málið loyst
Tann 12. juni 2024 svaraði Margit Stórá landsstýriskvinna í Almanna- og heilsumálaráðið m.a soleiðis til ein fyrispurning, frá Jacob Vestergaard, løgtingsmann. Fyrispurningurin var nr. 52-124/2023 eftir § 52 a í tingskipanini viðvíkjandi sjúkraflutningstænastuni í Sandoynni.
M.a svaraði Margir Stóra soleiðis:
Tað skal í hesum sambandi nevnast, at sløkkiliðið á Sandi og Tórshavnar sløkkilið, sum partur av tunnilstilbúgvingini, hava avtalu um, at ein sløkkiliðsbilur stendur klárur at brúka í einum bilhúsi á Sandi. Sambært Sjúkrahúsverkinum arbeiðir Bráðdepilin á Landssjúkrahúsinum við eini líknandi loysn við sjúkrabili í sama bilhúsi. Samskifti er millum partarnar um hesa avtalu, men enn er ikki komið endaliga á mál hesum viðvíkjandi.
Tað er Sjúkraflutningstænastan á Landssjúkrahúsinum, sum skal hava ábyrgd av sjúkrabilinum, meðan sløkkiliðið á Sandi eigur bilhúsið. Ætlanin er, at bilurin eftir tørvi skal mannast við starvsfólki frá sjúkraflutningstænasuni á Landssjúkrahúsinum, sum í bráðstøðum, og tá ið tað ikki er møguligt at nýta tunnilin, verða flutt til Sands við tyrlu.
sitat enda.
Nú er sjúkrabilurin komin í Sandoynna.
Vit í Sands kommuna kunnu við gleði staðfesta, at bilurin nú er komin og tað gleðast vit um, sigur Kristian Oskar Henriksen, borgarstjóri.
Á myndini, sum er tikin í gjár, eru Louis Hansen, frá Sjúkraflutnings-tænastuni á LS og borgarstjórin á Sandi, Kristian Oskar Henriksen.

