Tíðindi
So upprann dagurin, sum vit hava verið so ótrúliga spent upp á
Nýggja kioskin - Kioskin á Bakarínum - verður nú í hølunum, har Anfinnur og Karin í Soylu høvdu bakarí í 40 ár.
So upprann dagurin, sum vit hava verið so ótrúliga spent upp á.
Tað siga tey, sum standa aftan fyri spildurnýggju kioskina á Sandi, sum í mong ár hevur verið í Trøðum.
- Vit lata upp mánamorgunin 24. januar klokkan 08 - og sjálvandi við nýbakaðum morgunbreyði.
Tey, sum hava rikið kioskina í leigaðum hølum í Trøðum, noyddust nú antin at gevast ella at finna sær onnur høli.
Og tíbetur valdu tey tað seinna.
Tað gleðir mong á Sandi og í Sandoynni sum heild, at nýtt leigumál er funnið, og at hølini nú eru klár at lata upp.
Les alla greinina, á in.fo. Tað er Vilmund Jacobsen sum er rithøvundur. TRYST HER https://in.fo/news-detail/i-morgin-letur-kioskin-a-bakarinum-upp-a-sandi
Á myndini er Inge Petrsen, sum eigur -Kioskin á Bakarínum-. Myndina eigur Sands kommuna.