Tíðindi
Soleiðs verða Føroyar nú býttar sundur í fimm heilsuøki
Soleiðs verða Føroyar nú býttar sundur í fimm heilsuøki
– Og í hvørjum heilsuøki verða heilsumiðstøðir við kommunulæknum og øðrum heilsustarvsfólkum.
Nú skal alt landið skipast í fimm stór heilsuøki. Tað er úrslitið av eini lóg, Løgtingið hevur samtykt. Landsstýriskvinnan í heilsumálum, Súsanna Bertholdsen, hevur heitt á avvarðandi partar um at siga sína hugsan um málið.
Men sjálv ætlar hon, at landið skal býtast sundur í fimm heilsuøki, og í hvørjum heilsuøki verða so ein, ella fleiri, heilsumiðstøðir við kommunulæknum og øðrum heilsustarvsfólki.
Sjálv ætlar landsstýriskvinnan, at tað skulu vera 14 heilsumiðstøðir í hesum fimm heilsuøkjunum.
Summi heilsustarvsfólk kunnu verða sett í starv í einum heilsuøki, ella í einari heilsumiðstøð, men onnur kunnu verða sett í starv á fleiri heilsuøkjum.
Umframt at arbeiða á heilsumiðstøðunum, kunnu heilsustarvsfólk í heilsuøkjunum eisini hava viðtalur á ellis- og røktarheimum, í sambýlum ella heima hjá fólki.
Súsanna Bertholdsen sigur, at heilsuøkini skulu hava eitt ávíst fólkagrundarlag tí tað er ein fortreyt fyri, at alsamt fleiri heilsutilboð kunnu leggjast undir heilsuøkini at umsita.
Harvið verður tað lættari at fáa viðgerð, kanningar, og fyribyrgjandi kanningar, í nærumhvørvinum hjá fólki.
Sjálv hevur landsstýriskvinnan kallað hetta størsta nýbrotið á heilsuøkinum í nógv ár. Eitt endamál er eisini at flyta kanningar og viðgerðir av sjúkrahúsunum út í heilsuøkini.
Talan kann verða um summar viðgerðir fyri ADHD og diabetes.
Á heilsumiðstøðunum fara ymisk heilsustarvsfólk at veita heilsutænastur, bæði kommunulækni, sjúkrarøktarfrøðingar, læknaskrivarar, bioanalytikarar, apotekarar, heilsufrøðingar, ljósmóður og sálarfrøðingar.
Summi fara at starvast á heilsumiðstøðunum burturav og onnur fara at vera har parttíð.
Sí mynd niðanfyri, har nevnt er hvussu økini eru býtt upp.
Tað skrivar www.dimma.fo í dag.