Tíðindi
Sóu helst rottu á Sandi í gjár
Sands kommuna fekk í gjár fráboðan um at rotta var sædd á havnalagnum á Sandi.
Øll tilbúgving varð beinanvegin sett í verk, og hetta var gjørt í samráð við Umhvørvisstovuna.
Slíkar fráboðanir verða tiknar í størsta álvara her í kommununi.
Sands kommuna heitir á fólk um at boða frá, gerast tey varug við rottu, ella spor eftir rottu.
Fakta um rottuna í Føroyum:
Eyðfinn Magnussen granskari skrivaði í 2019,
at rottan kom fyrst til Hvalbiar. Tað var í 1768. Árið eftir kom hon til Havnar. Haðani spjaddi hon seg til restina av Streymoynni og kom eisini til Eysturoynna og Vágar. 120 ár seinni kom rottan eisini í Borðoynna. Hetta staðfesta úrslit í nýggjari genkanning, sum nýliga er almannakunngjørd í kenda vísindaliga tíðarritinum Heredity.