Tíðindi
Týsdagur 24. mai - Móttøka av Sandshavinum úti í Støð kl 17.00.
Í samband við at frystilínuskipið Kristrún sum reiðaríði handan Sandshavið hevur keypt úr Íslandi kemur til Sands mánadagin, verður almenn móttøka úti í Støð í dag 24. mai kl 17.00.
Røður- ábit o.a verður á skránni.
Øll eru hjartaliga vælkomin.
Portalurin skrivaði soleiðis um skipið:
Nýggja skipið er 47,7 metrar langt og 9 metrar breitt, meðan Sandshavið er 34 metrar langt og 7,5 metrar breitt.
Skipið, sum fær navnið Sandshavið klárar at frysta 20 tons um samdøgrið, og tað gevur munandi betri umstøður at reka fiskiskap, enn tað ger í løtuni.
Eitt nú kunnu túrarnir í Grønlandi og Íslandi vera longur, og nýggja skipið kann eisini fara á Flemmish Kap.
Nýggja Sandshavið er sama slag sum Kambur, Eivind og Jákup B, men eins og við Jákupi B, er nýggja Sandshavið longt, síðani tað var bygt.
Skipið er keypt fyri umleið 17 milliónir krónur, og áðrenn skipið fer til fiskiskap undir føroyskum flaggið skulu ymsar dagføringar gerast hjá Mest. Hettta arbeiðið fer væntandi at taka ein mánaða.
Morgunblaðið skrivaði soleiðis tá skipið var selt til Føroyar:
Kristrún seld fyrir 324 milljónir króna
Fiskkaup ehf. gekk frá samningum um sölu á Kristrúnu RE-177 (eldri) 19. mars síðastliðinn og er söluverðið 17 milljónir danskra króna, jafnvirði rétt rúmlega 324 milljóna íslenskra króna. Kaupandinn er færeyska útgerðin 31.1.2011 Sp/f í Sandi á Sandey.
Kristrún var smíðuð 1988 í Tomrefjord í Noregi af skipasmíðastöðinni Solstrand Slipp og Båtbyggeri. Skipið er 47,7 metrar að lengd, 9 metra breitt og 764,98 brúttótonn. Færeyska útgerðin hefur í áraraðir gert út línuskipið Sandshavið og er það jafnaldri Kristrúnar, en þó töluvert minna. Skráð lengd Sandhavsins er 33,34 metrar, breiddin 7,5 metrar og er skipið 335 brúttótonn.
Ný Kristrún RE-177 kom til hafnar í Reykjavík 22. nóvember á síðasta ári og var nýja skipið sagt stærra, öflugra og betur búið en það gamla. Nýja skipið var keypt frá Noregi og er það töluvert yngra, enda smíðað 2001. Sú nýja er 50 metrar að lengd og 11 metrar á breidd.
Myndina eigur Þór Jónsson/Morgunblaðið