Skip to main content

Tíðindi

......tá ið náttin kom, vóru tríggir bátar við 20 monnum ikki komnir aftur at landi

Tað kundi verið ein feigdardagur, men teir bóru boð í bý

 

 

Leygardagin klokkan 16.00 var eitt minnismerki lagt við Ungmannafelagið á Sandi.

Avdúking av sóluri/minnismerki á Ljósafløtti 28 sept 2024

Fyrst bjóðaði borgarstjórin vælkomin og síðan helt formaðurin í havnanevndini, Kristian Oskar Henriksen, røðu.

Eftir tað avdúkaði Jákup Reinert Hansen minnismerkið yvir hendingina, tá “Føroyingur” bjargaði tveimum bátsmanningum.

Jákup Reinert Hansen segði: ( avrit av røðuni )

Heri Sverrason, borgarstjóri, hevur heitt á meg um at lesa tann tekstin, sum nú er komin at standa her á sólurinum. Tað er frískað upp, og við at fáa eina stórhending knýtta at sær, kemur tað nú eisini at standa sum ein minnisvarði yvir eitt tað størsta bragd, sum er framt av monnum hiðani úr bygdini.
Th. Kingo sigur í einum kendum sálmi soleiðis:
Onga tíð er frá mær váði,
alla tíð er hjá mær náði,
aldri uttan sút og trá,
altíð kann eg Jesus sjá.
Fáa hesi orð okkum at hugsa um teir, sum leggja frá landi á síni lógligu ferð, so eru í sama sálmi eisini orð, sum lýsa fyri okkum støðuna hjá teimum, sum sita eftir uppi á landi:
Nú í kúri, nú í kæti,
nú á grúgvu, nú í sæti,
oftast stór mín óró er,
altíð trúgvin ugga ber.
Borgarstjórin legði aftrat, tá ið vit skiftu orð um dagin í dag, at líka so ofta, sum vit seta minnisvarðar yvir vanlukkur og syrgiligar hendingar, líka sjáldan munnu vit seta minnisvarðar yvir tær hendingar, sum fáa okkum at takka og syngja lovsang. Søgan, sum her er rist í grót, er sanniliga verd at minnast og siga frá aftur. Gleðin fær her yvirlutan. Ella við orðunum hjá Kingo:
Gráti eg á nátt og degi,
hjálp mær Jesus, at tín gleði
yvir synd og sorgum má
altíð yvirlutan fá.

Við teimum stóru hendingunum er tað ofta so, at tað er ikki bara ein útgáva av søguni. Hon veður søgd aftur og aftur, hvør minnist sítt, hvør

RØÐAN ENDAR HER  

Sjálv hendingin: 

 Á morgni 14. mars 1940 fóru bátar av Sandi til útróðrar út á Hav. Tá liðið var út á seinnapartin, brast ódnarveður á, og tá ið náttin kom, vóru tríggir bátar við 20 monnum ikki komnir aftur at landi.

Teir tríggir saknaðu bátarnir vóru: Føroyingur, Vesturfarið og Riddarin, vanliga róptur Flúgvarin.

Nú er at siga frá bátunum, at teir sigldu inneftir í kavaroki og stormi. Vesturfarið sigldi undan, eftir hann, Føroyingur, og aftastur Flúgvarin. Siglt var stutt, so steðgaði motorurin á Flúgvaranum. Á Føroyingi var havt upp á mastur fyri at fáa Vesturfarið at steðga. Báðir bátarnir vendu útaftur til Flúgvaran, gjørdu fast á hann og sleipaðu so borð um borð inneftir. Stýrt varð eftir kumpassi, tí ikki sást fram um stavn fyri sjóroki og kavaroki, og náttarmyrkrið var komið á. Teir tríggir bátarnir komu undir land, men vistu ikki hvar. Flúgvarin var bundin í Føroyingin, men ólukkutíð rendi hann inn á róðrið á Føroyinginum, so teir máttu loysa hann og binda hann í Vesturfarið. Soleiðis lógu teir meginpartin av náttini.

Móti morgni gekk hann upp í norðan og vesturum til útnyrðing norðan. Vestfallið var komið, so tað bleiv óslætt hjá teimum at liggja har. Støðan bleiv nú álvarsom aftur, og á Vesturfarinum hildu teir seg ikki kunna hava Flúgvaran uppi í sær longur. Teir avgjørdu tí at fáa menninar á Flúgvaranum inn í sín bát og so sleppa honum. Hetta varð gjørt, men vanlukkutíð, tá ið allir eru komnir í Vesturfarið, og togið slept, kom tað um skrúvuna.  Motorurin steðgaði, og báturin lá lamin. Tá kom róp í, neyðarróp, so teir á Føroyinginum, sum tá var eitt sindur burturfrá, hildu, at hinir báðir bátarnir vóru farnir á land. Føroyingurin sigldi við fullari ferð til hinar báðar og inn ímillum teirra. Tá lupu allir úr Vesturfarinum og umborð á Føroyingin; Føroyingurin var nú tungur við 20 sjódálkaðum monnum og nakað av fiski, eini 1.200 pund.

Jóan Petur í Skorti, formaður á Føroyingi segði: ”Tá ið vit komu suður á Knæið, hugsaði eg, vit fóru. Vit fingu eitt brot oman móti okkum, men báturin tók tað, so einki kom inn í luv av tí. Men hann varð kastaður á síðuna, so tað stóð sprænurin aftur eftir í læ, tí allur stokkurin fór undir. Tá hugsaði eg við mær sjálvum, at nú søkkur tú, nú fer tú eftir liðini. Men báturin var avbera góður og lívligur í sjónum, so hann skræddi stokkin úraftur.”

Móti morgni 15. mars kom Føroyingur inn um Boðan við 20 monnum, hinir báðir bátarnir sóust ikki aftur. Komnir inn móti Boðanum, sloknaði motorurin. Jóhan í Búðini blásti í tangan, og motorurin gekk aftur, júst so leingi, at teir náddu inn um boðabrotið, tá steðgaði motorurin og fekst ikki í gongd aftur. Teimum eydnaðist tó at koma á land úti á Eiðinum stutt innan fyri boðatangan.

”Tað sá út, sum Várharra var við í ferðini soleiðis, at vit allir skuldu bjargast,” segði Jóan Petur í Skorti, formaður á Føroyinginum.

”Vit eru allir afturkomnir, men í einum báti,” segði Hans Jacob í Toppigarðinum, ein av bátsmanningini á Flúgvaranum.

”Jú, jú, vit eru allir afturkomnir í øllum góðum,” segði Kristian á Túgvunum, sum var við Vesturfarinum.

Við Føroyinginum vóru: Jóan Petur í Skorti, formaður á bátinum, Hanus hjá Hanusar-Klæminti, Sofus hjá Rodmundi, Hans Jacob á Brekkuni, Jóhan í Búðini, Hildibrandur og Jens Klæmint.

Við Vesturfarinum vóru: Evald hjá Evu-Peturi, formaður á bátinum, Jóan Petur hjá Evu-Peturi, Kristian á Túgvunum, Gunnar í Skála, Jallgrímur og Torbjørn.

Við Riddaranum (Flúgvaranum) vóru: Jóan Petur undir Gøtuni, formaður á bátinum, Niels undir Gøtuni, Poul Nikels, Andrias hjá Mads, Hans Jacob í Toppigarðinum, Janus hjá Gretu og Sørin.