Skip to main content

Tíðindi

Tí siga vit nei til at koyra ígjøgnum Sandoyartunnilin

Karlot Hergeirsson sigur, at tað kemur fyri, at onkur spyr um at sleppa ígjøgnum tunnilin, men hetta hendir ikki ofta.

- Her hava vit eina púra greiða linju sum sigur, at eingin sleppur at koyra ígjøgnum tunnilin uttan í neyðsynjarørindum. Hetta merkir, at tað bara er átrokandi sjúkraflutningur, sum sleppur ígjøgnum eftir avtalu í hvørjum einstøkum føri.

Hann vísir á, at tað ber ikki til at loyva summum ígjøgnum tunnilin og ikki øðrum, og tá vit spyrja, um eitt nú løgreglan hevur somu atgongd í tunlinum sum sjúkraflutningstænastan, er stutta svarið: 

- Nei, løgreglan sleppur heldur ikki ígjøgnum tunnilin uttan víðari. Talan skal vera um átrokandi uppgávur, og løgreglan noyðist eisini at spyrja pent um loyvi, um so er, sigur hann brosandi.

Greinin stendur á in.fo og kann lesast HER https://in.fo/news-detail/ti-siga-vit-nei-til-at-koyra-igjoegnum-sandoyartunnilin