Tíðindi
Tíbetur er ein loysn
Nýtt uppskot bjargar grønmetisframleiðsluni á Sandi
Veltan tekur undir við nýggjum uppskoti um linjuføring.
Veltan luttók í gjár á borgarafundi, har ætlaða vegaføringin til Suðuroyartunnilin varð viðgjørd. Veltan legði síni sjónarmið fram um ætlanirnar hjá tunnilsfelagnum at leiða ferðsluni frá Suðuroyartunlinum tvørtur ígjøgnum grøna miðdepilin á Sandafløttinum.
Dentur varð lagdur á, at spurningurin um vegaføring á Sandi ikki einans er eitt lokalt áhugamál, men ein spurningur sum viðkemur øllum landinum.
Politiska skipanin ynskir nevniliga, at Føroyar skulu gerast meira burðardygg og meira sjálvbjargin við m.a. øktari grønmetisframleiðslu. Tá er tað av stórum týdningi, at ætlaða vegaføringin ikki verður veruleiki, tí grundarlagið undir føroyskari grønmetisframleiðslu er nettupp virksemið á Sandafløttinum.
Tíbetur er ein loysn.
Á borgarafundinum í gjár varð nýtt uppskot lagt fram um linjuføring. Eftir hesum uppskoti fer Suðuroyartunnilin niður norðan fyri bygdina, og tá er ikki neyðugt at asfaltera seg tvørtur ígjøgnum grøna vakstrarumhvørvið á Sandafløttinum.
Veltan tekur undir við nýggja uppskotinum, sum tryggjar at stóra arbeiðið hjá grønmetisbóndunum á Sandi ikki fer fyri skeyti.
Framstigini, vit gera í okkara samfelagi, mugu vera framhald av teimum fetunum, vit longu hava tikið. Vakstrarumhvørvið á Sandafløttinum er eitt týðandi fet mótvegis einum meira burðardyggum og meira sjálvbjargnum samfelagi. Tí er tað eitt stórt afturstig fyri okkum øll at oyðileggja hetta serstaka økið.
Við vón um, at nýggja uppskotið verður væl móttikið,
Tað skrivar nevndin í Veltuni á sínum facebook-vanga