Skip to main content

Tíðindi

Til allar borgarar á Sandi

ÓKEYPIS SKEIÐ Í LÍVBJARGANDI FYRSTUHJÁLP.

Sands kommuna bjóðar nú øllum sínum borgarum ókeypis skeið í lívbjargandi fyrstuhjálp.

Sands kommuna samtykti einmælt á seinasta bygdarráðsfundi at bjóða øllum borgarum 12 ár og eldri eitt ókeypis fyrstuhjálparskeið. Hjartastartari verður ein partur av innlæringini.

Fyri eina kommunu sum okkara er tað lívsneyðugt, at so mong sum gjørligt duga fyrstuhjálp og at brúka hjartastartara.

Hesir førleikar kunnu hava avgerandi týdning, um vanlukku hendir.

Sjálvsagt hevði verið best, um vit ongantíð høvdu tørv á teimum, men við einum tílíkum skeiði eru vit øll munandi betur fyri, um og tá ein vanlukka ella hjartasteðgur hendir.

Tað verður Jógvan Jensen frá fyritøkuni Ansni, sum heldur skeiðið, sum verður í bygninginum, har kommunuskrivstovan heldur til.

Skeiðið verður tann: 23 Apríl, byrjað verður kl. 9.00

Tilmelding á kommunuskrivstovuni tlf. 211930 ella við at senda teldupost til sandur@sandur.fo

Vinarliga,

Sands kommuna

Heri Sverrason

Borgarstjóri.