Skip to main content

Tíðindi

Tjóðsavnið vil hava árin á náttúru og djóralív í lóg um Suðuroyartunnilin

Hoyr samrøðuna við Leivur Janus Hansen HER

Tað er ov tíðliga í tilgongdini at leggja eina fasta linjuføring til ein møguligan Suðuroyartunnil, heldur Tjóðsavnið í hoyringssvari til uppskotið um Suðuroyartunnilin.

Tað skrivar Tróndur Olsen á heimasíðuni hjá kvf.fo 

Ongar kanningar um ávirkan á náttúru ella djóralív eru gjørdar í samband við Suðuroyartunnilsverkætlanina, vísir stovnurin á. 

Men verður linjuføringin staðfest í lóg, sum løgmaður ætlar, so má eisini ásetast í somu lóg, hvussu linjuføringin kann tillagast í mun til, hvørja árin á náttúruna, linjuføringin kann fáa.  

Avgerð á upplýstum grundarlagi

Tjóðsavnið vísir á, at økið við Sandsvatn er eitt tað økið við flest skrásettum fuglasløgum í Føroyum seinastu 10 árini.

Men fleiri viðurskifti enn tað mugu eisini kannast, fyri at taka avgerð um vegaføringina á upplýstum grundarlagi

Og tí eigur arbeiði at fara í gongd, alt fyri eitt, sigur Leivur Janus Hansen, sum er deildarleiðari fyri djór á landi á Tjóðsavninum. 

Hoyr samrøðuna við Leivur Janus Hansen HER  Tjóðsavnið vil hava árin á náttúru og djóralív í lóg um Suðuroyartunnilin | Kringvarp Føroya