Skip to main content

Tíðindi

Trina á Sandi - einkja í tjóðskaparstríði (1:2)

Hoyr dokumentarisku ljóðmyndina í tveimum pørtum um Kathrinu Winter Jacobsen alias Trina á Sandi alias Grandma Jacobsen, sum Magni Arge hevur skrivað og lagt til rættis.

"Trina á Sandi - einkja í tjóðskaparstríði" kallast fyrri partur av dokumentariskari ljóðmynd um Trinu Winther av Sandi.

Sending í útvarpinum á KVF HER Trina á Sandi – tað navnið skal minnast | Kringvarp Føroya (kvf.fo)

Hon hevði kanska størri týdning fyri okkara tjóðskaparanda og sjálvbjargnisstarv enn nakar annar, segði Jóannes Patursson um Trinu á Sandi, tá hann umrøddi føringafelagstíðina á tingi í 1923.

Áhugin var stórur fyri máli, mentan og politikki á føroyskari grund, eins og fyri Grundtvík og háskúlarørsluni í heiminum har hon vaks upp.

Hon giftist til Havnar á ungum árum, men sat einkja við fimm børnum longu, tá hon var 31 ár.

Heima hjá henni hittust oddafólkini í tjóðskaparrørsluni fram til aldarskiftið 1900.

Magni Arge hevur skrivað og lagt til rættis.