Skip to main content

Tíðindi

TRYGGARI Á 2 MINUS 1 VEGI

VIDIO NIÐANFYRI

VIDEO TRÝST HER Landsverk 2 minus 1 vegur

Sokallaði 2 minus 1 vegurin er eftirhondini at finna í flest øllum donsk um kommunum umframt øðrum Norðurlondum, og royndirnar higartil við slíkum vegum eru góðar.

Bilarnir koyra spakuligari, fólk til gongu og á súkklu kenna seg tryggari, og nøgdsemið er sum heild betri.

Øll kenna tað. Tú gongur túr eftir einum smølum einbreytaðum vegi uttan gongu- ella súkklubreyt. Bilarnir súsa framvið, og einki er millum teg og bilin. Einki, ið verjir teg, ið er til gongu, trillar barnavogn ella súkklar. Tú kennir teg verjuleysan og sárbaran.

Júst hetta hevur fingið fleiri borgarar í donskum kommunum at klaga um ótrygg leika á ávísum vegateinum. Alsamt fleiri komm unur í Danmark hava tí seinastu árini valt at royna hetta nýggja slagið av vegi sum loysn á trupulleikanum.

Tá tú ger ein van ligan veg um til ein 2 minus 1 veg, kanst tú betra umstøðurnar hjá júst gongufólki og fólki á súkklu innan fyri verandi vegbreidd. Talan er um vegir, har mesta ferðslan liggur um 300 bilar í meldur tíð, svarandi til eina miðal ferðslu upp í 3.750 akfør um samdøgrið.

Við hesi loysn flytir tú fólk og súkklur av sjálvari koyribreytini og út um eina breiða kantstriku á vegnum, soleiðis at tú skapar eina størri frástøðu millum hørðu og bleytu ferðsluna á vegnum. Vegaloysnin riggar væl, har tað ikki er pláss fyri at breiðka vegin og gera gongu- og súkklubreyt ella, har peningur ikki er til størri íløgu.

Koyrimynstrið broytist nakað Ein vanligur vegur hevur ofta tvær koyri breytir. Eina í hvønn rætning. Tá talan er um ein 2 minus 1 veg, verður ein vegbreyt tikin burtur, harav navnið. Koyribreytin verður sjónliga smalkað við eini breiðari kantstriku á báðum síðum. Sum megin regla skulu koyrandi í báðar rætningar deil ast um eina felagsbreyt, og tá tað ikki eru mótkoyrandi bilar, skulu bilarnir halda seg mitt á vegnum innan fyri kant strikurnar. Kemur mótkoyrandi ferðsla, kunnu bilarnir fara um brotnu kantstrikuna fyri at sleppa fram við hvørjum øðrum.

Tann koyrandi skal vera varur við, at tað kunnu verða gangandi ella súkklandi í vegjaðaranum, og neyðugt er at innrætta koyrimynstrið hareftir. Sum á vanligum landsvegi skal bilførarin halda seg aftan fyri fólk til gongu og á súkklu, um tað ikki er møguligt at fara fram við einum mót koyrandi, samstundis sum koyrast kann fram við fólki, ið eru til gongu.

Hetta er eitt annað slag av koyrimynstri enn tað, vit kenna frá vanligum tví breyt aðum vegum, men líkist eitt sindur tí á einbreytaðum vegi, tí bilarnir skulu halda av fyri hvørjum øðrum.

Tað skrivar Landsverk í einum faldara LES HER  https://www.landsverk.fo/Admin/Public/Download.aspx?file=Files%2FFiles%2FTidindi%2F2+minus+1+vegur.pdf