Skip to main content

Tíðindi

Valkort til kommunuvalið 12. nov.

Valkort verða send veljarunum- les nærri niðanfyri

Valrætt og valbæri til kommunuval hevur hvør tann, sum:

a) hevur fylt 18 ár og annars lýkur hinar treytirnar fyri valrætti og valbæri til løgtingið

b) er tilmeldaður fólkayvirlitinum í avvarðandi kommunu í seinasta lagi 2 vikur áðrenn tann dagin, valið fer fram, og

c) sum valdagin framvegis er búsitandi í kommununi.

Hóast ásetingina í a), hava ríkisborgarar úr øðrum londum valrætt og valbæri til kommunuval, um so er, at teir hava havt fastan bústað í Føroyum seinastu 3 árini undan valinum.

Valkort verða send veljarunum. Hevur tú eina viku undan valinum ikki fingið valkort ella er feilur í valkortinum, verður tú biðin um at siga okkum frá á tlf. 661030.

Sands kommuna