Tíðindi
Vallistar til løgtingsvalið 26 mars 2026
Tað verður hervið gjørt kunnugt, at vallistar til løgtingsvalið 26. mars 2026 liggja frammi til alment eftirlit á kommunuskrivstovuni frá 05. mars til og við 12. mars 2026 í vanligari avgreiðslutíð millum kl. 09.00-13.00.
Kæra um at onkur av órøttum er komin á listan ella onkur rættkomin ikki er tikin við, skal í seinasta lagi 1 viku fyri valdagin verða send bygdaráðnum, sum kannar og tekur endaliga avgerð í málinum.
Sandur, tann 04. mars 2026
Sands kommuna

