Skip to main content

Tíðindi

Var 15 ára gamal, tá hann bleiv formaður í B71

Hoyr samrøðuna sum KVF hevði við Karl Vidtfeldt her á síðuni

Karl Vidtfeldt er tann ultimativi felagsskapsmaðurin. Soleiðis var hann lýstur í heilsan, nú 50 ár eru liðin, síðani hann bleiv formaður á fyrsta sinni.

Tað eru liðin 50 ár síðani, Karl Vidtfeldt var valdur til formann í B71.

At sandoyggjafólk hava fegnast um drúgva nevndararbeiðið var undirstrikað á ársins fyrsta degi, tí tá var skipað fyri skrúðgongu til heiðurs fyri Karl.

Hann visti ikki av nøkrum, tá hann sá ein rúgvu av fólki á vegnum.

Týst HER Góðan morgun Føroyar | Kringvarp Føroya (kvf.fo) HOYR SAMRØÐUNA við Karl Vidtfeldt