Skip to main content

Tíðindi

Várligir dagar á Sandi

Sands kommuna vil heilsa várinum við stórfingnum degi leygardagin 06 mai 2023

Eftir ein sera strævnan vetur, er várið so smátt við at fáa fastatøkur.

Grønu spírarnir kaga upp úr køldu moldini. Trøð og blómur vakna úr vetrardvala.

Sands kommuna vil heilsa várinum við stórfingnum degi leygardagin 06 mai 2023.

Vit bjóða ókeypis morgunmat fyri sandingum og vitjandi á ovaru hædd á bókasavninum. Øll eru hjartaliga vælkomin.

Rudda Sands bygd, er eitt tiltak sum vit eru sera spent at seta á skinnaran.

Tey sum eru við, fáa ruskposar kl.12.00 uttanfyri Sands skúla. Okkara vón er, at tað verða fleiri sum vilja lata ein part av síni dýrabaru tíð til felagsskapin, at halda okkara bygd reina.

Fyri at seta sjóneykuna á grøna partin, verða trøð og runnar latin til sandingar uttan kostnað.

Trøðini fáast við Kommunuskrivstovuna. Trøini eru millum 40 cm og 50 cm høg. Tað verða tvey trøð til hvørt húski. Bíløgd eru 250 trøð.

Bálið

Kl 19.00 verður stórt felags bál niðri á Hamri har øll eru hjartaliga vælkomin.

Maiken Olsen ber fram røðu.

Felags sangur við góðum sangkreftum

Aftaná sangin

Aftaná kommunala tiltakið niðri á Hamri lata ”Alt Events” dyrnar upp í Virkinum.

Kl 22.00 verður Pub Quiz við altíð væl upplagda Hanus í Miðstovuni.

Kl 24.00 verður dansur við "Ravnum" og "Geislum"

Tey bæði orkestrini fyltu dansigólvini í 80 og 90 inum, nú verður møguligt at uppliva góðu gomlu dagarnar aftur.