Skip to main content

Tíðindi

Vit eru væl samansjóðað - heldur borgarstjórin

Sambært kommunukanningini hjá KVF.fo er fólkið í kommununi ikki av somu áskoðan.

Heri Sverrason, borgarstjóri í Sands kommunu, heldur, at kommunan er væl samansjóðað. Sambært kommunukanningini hjá KVF.fo er fólkið í kommununi ikki av somu áskoðan.

Sands kommuna er ikki ein væl samansjóðað kommuna. Í øllum førum ikki um tú spyrt fólk, sum búgva í kommununi.

Sands kommuna liggur væl aftan fyri aðrar størri kommunur í júst hesum spurninginum, sum varð settur í stóru kommunukanningini hjá Kringvarpinum og Lóðri.

Heri Sverrason, borgarstjóri í Sands kommunu, stendur spyrjandi.

- Sandingar eru sum onnur fólk og hava ymsar meiningar um tingini. Tað skal mann eisini hava loyvi til at hava, men eg haldi, at samansjóðingin er rímiliga góð, sigur borgarstjórin.

Hann sigur, at tað ber altíð til at gera tað betri, og at kommunan fer at brúka kanningina til at bøta um tað, sum bøtast kann um.

91 fólk í Sands kommunu svaraðu í kanningini.

Hoyrið samrøðu við Hera Sverrason, borgarstjóra í Sands kommunu: TRÝST HER Borgarstjórin á Sandi: Vit eru væl samansjóðað | Kringvarp Føroya (kvf.fo)