Tíðindi
80-90 hvalir lagt beinini á Sandi í dag
Grindin, sum fólk í Skúvoy sóu í morgun, var hildin til á Sandi stutt eftir middag. Enn eru allir hvalir ikki taldir, men mett verður, at talan er um 80-90 hval.
Tað skrivar Bjarni Mohr á kvf.fo
Ein grind, sum fólk í Skúvoy sóu fyrrapartin, varð á døgurða hildin til á Sandi.
Allir hvalirnir eru ikki taldir enn, men grindin verður mett til 80 - 90 hvalir.
Drápið gekk skjótt og væl, sigur vakthavandi á Politistøðini í Havn. Einki sást til útlendsk mótmælisfólk á sandinum.
Tað var um tíggjutíðina, at fólk í Skúvoy sóu grindina, og klokkan 12:35 varð grindin so hildin til á Sandi.
Tað stendur á heimasíðuni hjá kvf.fo