Skip to main content

Tíðindi

Børnini eru framtíðin

Í kvøld hava Sands kommuna og byggifyritøkan P/F Bulur á Signabø undirskrivað sáttmála um bygging av nýggjum dagstovni á Sandi

Barnagarðurin skal byggjast á nýplaneraða lendinum á Ryggi, beint við nýggjastu útstykkingina hjá Sands kommunu. 

Tað entreprenørfyritøkan, J&K Petersen, sum hava staðið fyri lendisarbeiðnum til nýggja barnagarðin. J&K Petersen hava eisini staðið fyri nýggju útstykkingini á Ryggi, har umleið 30 grundstykki skjótt kunnu seljast – planerað og klár at byggja á.

Barnagarðurin er teknaður, og næsta stigið hjá Sands kommunu verður at fáa byggiloyvi til barnagarðin upp á pláss, nú sáttmálin er undirskrivaður. Nýggi stovnurin verður stívliga 900 fermetar stórur, og haraftrat kemur økið, sum verður uttan um stovnin. Her verður pláss fyri umleið 100 vøggustovu-og barnagarðsbørnum.

Tað fer at taka umleið 14 mánaðir at byggja dagstovnin, sum ætlandi verður tikin í nýtslu beint eftir summarfrítíðina næsta ár.

Verandi barnagarður á Teigum á Sandi er vorðin ov lítil og ótíðarhóskandi, men í nýggja stovninum verða umstøðurnar tær bestu ið hugsast kunnu. Sambært sáttmálanum fer dagstovnurin at kosta góðar 22 miljónir krónur.

Á løtuni í kvøld, tá sáttmálin varð undirskrivaður, vóru umboð fyri bygdarráðið, starvsfólk í barnagarðinum og foreldraumboð. Her var ábit, smyrjibreyð, kaffi og te, og góður hýrur var á fólki, nú sáttmálin er undirskrivaður, og ein nýggjur barnagarður á Sandi er beint hinumegin hornið. 

Myndirnar tók Bjarki Henriksen.

Tað skrivar in.fo, har fleiri myndir eru. in.fo - fyrst og fremst