Tíðindi
Borgarafundur á Sandi tann 28. september 2023 kl. 18
Mowi ynskir við hesum, at bjóða til kunnandi borgarafund á Sandi, tann 28. september 2023 kl. 18 í hølunum hjá kommunuskrivstovuni.
Alivirksemið hevur nú verið í nøkur ár á Sandsvág. Byrja varð við at gera ymiskar kanningar av aliútgerð og at máta aldu- og streymviðurskifti á vágni.
Alivirksemið hjá okkum er síðan broytt og vaksið, og tað fara vit at greiða nærri frá.
Á fundinum luttekur Mowi, har okkara starvsfólk koma at greiða frá virkseminum á og kring Sandsvág.
Øll eru hjartaliga vælkomin.
Vinarliga
Mowi Faroes
Myndina eigur Vilmund Jacobsen.