Tíðindi
Eitt ógloymandi vikuskifti við Mølheyggjar á Sandi!
Um akkurát eina viku, fríggjadagin 5. juli, klokkan 11.00, er bálið tendrað á bálplássinum, og tjøldini opin fyri øllum vitjandi í øllum aldri! Har verður millum annað øksakast, seyðaroyting, eldsmiðjur og mangt annað. Góður matur og drykkjuvørur kunnu keypast á økinum. Ókeypis atgongd allar dagar! Vit gleða okkum nógv at hava eitt ógloymandi vikuskifti saman við tykkum øllum, við Mølheyggjar á Sandi!
Tú situr við Mølheyggjar eitt hásummarkvøld.
Tjøldini standa tøtt og stolt á vøllinum.
Láturin frá fólki, ið sita og hugna sær við bálið, rennur saman við tónleikin við fornljóðførum og sangi.
Tú blundar og vónar, at løtan aldrin endar.
Tað skrivar facebook-vangin hjá Festívalhöll (4) Facebook