Tíðindi
Er tíðin komin at lima Sandoynna inn í Tórshavnar kommunu?
- Tað merkist, at nakað av áhuga er at skipa eitt samstarv millum Sandoynna og høvuðsstaðarøkið.
Tað skrivar Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu. Tá hann skrivar "at tað merkist", so merkist tað IKKI, at Sands kommuna hevur sett seg í samband við Tórshavnar kommunu, um hesi viðurskiftini, slettis ikki.
Her er skrivið hjá Heðini:
- Tað merkist, at nakað av áhuga er at skipa eitt samstarv millum Sandoynna og høvuðsstaðarøkið.
Og eg haldi, at vit eiga at taka hetta til viðgerðar í góðari tíð, so vit fáa hugsanir fram í báðum støðum, um hetta er ein gongd leið, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri.
Í løgtingslógini um sjálvbodnar kommunusamanleggingar og kommunal samstørv verður m.a. sagt, at avtalur um kommunusamanlegging skulu hava fyrilit fyri at stovnseta kommunueindir, sum eru samfeldar landafrøðiliga og samferðsluliga. Og nú koyrandi verður millum Sandoynna og høvuðsstaðarøkið, so er landafrøðiliga og samferðsluliga talan um eina eind.
Hóast ikki alt ber til í lógini, so er intensjónin rættiliga greið, at ein samanlegging skal geva møguleikar fyri at menna fólka-, vinnu- og búskaparviðurskifti, og styrkja um møguleikan at røkja kommunuuppgávur annars.
Heimildirnar hjá landsstýrismanninum í kommunumálum røkka rættiliga langt, tá tað snýr seg um hvørjar kommunur kunnu leggja saman, ella skipa eitt samstarv innan ymisk øki – herundir at skipa fyri vegleiðandi fólkaatkvøðu.
- Ein samanlegging av kommununum í Sandoynni lokalt kemur ongantíð at geva meining, tí eindin verður ov lítil. Ein eind uppá 12-1500 fólk megnar onki, tá aðrar kommunur leggja saman og telja fleiri túsund. Tí verður torført at halda tænastustøðið, og tí kundi leisturin, at øll oyggin í einum legði saman við Tórshavnar kommunu, verðið besta loysnin, sigur Heðin Mortensen.
Ein gamal tanki
Áður hevur verið tosað um samanlegging við Sandoynna. Einaferð vildu skúvoyingar eisini sleppa at leggja saman við Havnini. Tríggjar oyggjar eru longu í høvuðsstaðarkommununi.
- Sandoyggin telir ikki fleiri fólk enn tað búgva á Norðasta Horni í Havn. Sandoyingar høvdu havt ein sera stóran fyrimun av at verið saman við Tórshavnar kommmunu, nú tunnilin letur upp, og farleiðin til høvuðsstaðin kann avgreiðast eftir 20 minuttum. Hinvegin hevði høvuðsstaðarkommunan eisini fingið stórar fyrimunir.
- Tænastustigið í høvuðsstaðnum er høgt innan eitt nú eldrarøkt og tænastur annars innan mentan, ítrótt og útbúgving. Hesum kundu sandoyingar havt stórar fyrimunir av. Høvuðsstaðarkommunan hevur tørv á upplandi og t.d. keikanti til virki og samferðslu.
- Tænastustøðið hjá sandoyingum hækkar munandi, tá koyrandi er til Havnar, tí tilboðini eru mest og best í høvuðsstaðarkommununi. Men vit eiga at kanna, um ikki eitt skilagott samstarv kann ganga báðar vegir, so vit øll fáa fyrimunir av tí, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri.
Mugu spyrja borgaran
- Eg hugsi ikki at leypa øði í grindina og at vera avgjørdur um nakað sum helst enn. Eg haldi bara, at vit eiga í góðari tíð eiga at kanna áhuga og møguleikar, og serliga at fáa tey góðu hugskotini fram í báðum støðum, hvussu eitt tílíkt samstarv kundi sæð út.
- Skulu vit leggja fleiri kommunur saman, so mugu vit fyrst spyrja borgaran, um teir yvirhøvur vilja hava, at fleiri kommunur sleppa at leggja afturat Havnini. Tað er eitt stórt øki at røkja, sum krevur nógva fíggjarorku. Tí kann tað vera eitt gott hugskot at hava fólkaatkvøður í báðum støðum at vita, hvat fólkið heldur.
- Henda spurningin eiga vit at taka upp. Tí alternativið er, at vit taka eina greiða støðu, at nú skal Havnin ikki blíva størri. Tað var kanska okkara støða fyri mongum árum síðan, men í dag kann væl vera, at tað var ein fyrimunur, um Sandoyggin gjørdist kommunalur partur av høvuðsstaðarøkinum, nú vit eru sambundin bæði landafrøðiliga og samferðsluliga, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri.