Tíðindi
Fáa nú eitt kampingøki til einar 20 vognar.
Kommunan vendir sær bæði til sandoyggjafólk og til ferðavinnuna, sum er væntandi við Sandoyartunlinum.
Ístaðin fyri at hava eitt avmarkað kampingøki úti við Munkin norðan fyri havnalagið á Sandi við plássi fyri tveimum ella trimum vognum, fær Sandur nú eitt kampingøki til einar 20 vognar.
Kommunan eigur lendið norðanfyri verandi kampingøki og norður til nærmastu húsini undir vegnum. Allir vognarnir, sum pláss nú verður gjørt fyri, fáa atgongd til el, vatn og tøming.
Tey, sum koma í kampingvogni ella tjaldi, hava longu atgongd til wc, brúsu og vaskimaskinu í Munkinum, sum er undirhúsið sunnast á økinum. Hesa atgongd hava eisini fólk, sum kundu hugsað sær at vitjað á Sandi í báti.
Nýggja økið verður planerað, og síðan verður tað gjørt møguligt at seta kampingvognar í tveimum røðum ovari og niðari á økinum.
Tað skrivar In.fo. Øll greinin kann lesast HER https://in.fo/news-detail/plass-verdur-til-20-kampingvognar-a-sandi
Greinin stóð eisini í seinasta blaðnum hjá Sosialinaum, tá fleiri greinar eisini vóru úr Sandoynni.