Skip to main content

Tíðindi

Felagskvøld á Sandi - Torleif Johannesen, sjómanstrúboðari, greiðin frá bókini

Í annakvøld (mánakvøldið) 7. november verður felagskvøld fyri sjómanskvinnuringarnar á Sandoynni í missiónshúsinum á Sandi.

Mánakvøldið 7. november kl. 19 verður felagskvøld fyri sjómanskvinnuringarnar á Sandoynni í missiónshúsinum á Sandi.

Á skránni verður sangur, bøn og andakt.

Torleif Johannesen, sjómanstrúboðari, greiðin frá bókini “Tænandi kvinnur – søgan um sjómanskvinnuringarnar”, og greiðir stutt frá søgunum um teir seks sjómanskvinnuringarnar á Sandoynni.

Nevnast kann, at ringurin í Skopun óivað varð stovnaður í 1952 og allir hinir í august og september 1961. Høvi verður at keypa bókina.

Drekka verður umframt innsavnan til Sjómansmissiónina.