Skip to main content

Tíðindi

Framburðurin heldur fram á Sandi

Kommunutrýrið fylgir við gongdini og er klár til nýggjar tíðir í oynni.

Ikki er long tíð til sandoyartunnilin letur upp. Í hesum sambandi er neyðugt at brynja seg til framtíðina. Avbjóðingarnar eru nógvar. 

Ein avbjóðing er tørvurin á barnagarðsplássum. 

Týsdagin í vikuni var eyka bygdarráðsfundur. Eitt einmælt bygdarráð samtykti at taka av tilboði frá J&K Petersen, um byggibúning av grundøki til nýggja barnagarðin á Sandi.

Nýggi barnagarðurin liggur uppat nýggju útstykkingini í Skarðsbøi.

Arbeiðið byrjar 15 august.

Annars er at siga, at arbeiðið við nýggju útstykkingin á Skarðsbøi gongur sera væl og verður liðugt novembur/desembur 2023.

Kommunustýrið fylgir gongdini -og er klár til nýggjar tíðir.