Skip to main content

Tíðindi

Gerhard skrivar minningarorð um Boga

Bogi flutti í annan stað at verða, har eingin pína ella sjúka herjar.

Bogi hevði eitt trygt barndómsheim. Hansara fosturforeldur vóru Astrid, sum var ætta úr “Heiðinum” og Petur Petersen, ein kendur dykkari. Eg var mangan inni við Boga, har var altíð gott at verða. Foreldrini kjúklaði um henda fitta drongin, sum var teirra eitt og alt.

Bogi varð giftur við Henriettu úr Skopun, tey fingu børnini Petur, sum doyði av arbeiðsvanlukku og var hetta foreldrunum ein harður smeitur. Síðan er Kristian, sum býr á Sandi, Arthur, Ove og dóttirin Bára, haldi eg eri yngst.

Tey fyrstu árini búði Bogi og Henrietta í Skopun.

Bogi var ein góður vinur, tað kann eg við vissu siga. Vit kendust frá barni av, hóast hann var nakað eldri enn eg. At vera og ferðast á Sandi, var mítt annað heim.

Eg haldi, men ikki sikkurt, at “Sæborg” var fyrsta skipið, sum Bogi var við,

Bogi var prátingarsamur og hevði tær sterkastu meiningarnar. Vit lærdu báðir til rørsmið og vóru saman í skúla.

Politikkur var naka, hann gekk høgt upp í. Eg minnist væl, at hann var sjálvstýrissinnaður, meðan eg helti meira til sambandið.

Hetta skilti ikki okkum. Eg var onkuntíð úti í Hornabø, har hann leigaði, ímeðan hann lærdi til rørsmið.

Fólkaflokkurin var tað, sum Bogi gekk upp í við lív og sál, men tað var ikki bara politikkur hóast, tað var nakað serligt fyri Boga.

Í náttúruni sá Bogi tað, sum mong onnur ikki síggja. Síl var nakað, hann hevði stóran áhuga í, hann var altíð á ferð við tráuni og fekk altíð okkurt á. Um heystið helt hann eyga við áunum.

Eisini setti hann ingul út ymsastaðir, hetta gekk hann upp í við lív og sál og hevði greiðar meiningar um hetta.

Eitt, sum eg helt vera flott, tað var samlingin av gomlum pengum, hetta var so flott samansett, hetta var peningur av ymiskum slag, t.d. frá reiðaríðum, sum høvdu sín egna penga.

Jú, hetta var nakað, hesin serligi maðurin fekst við.

Í Sands Kommunu hevði Bogi eisini ein leiklut saman við álitismanninum Niels undir Gøtuni. Teir høvdu ábyrgd av vatninum, eisini stórur postur.

Bilar og motorsúklur var eisini nakað, sum hevði Boga’sa áhuga. Men Bogi kom illa fyri á síni motorsúklu í Havn. Tann lúsingin fylgdi honum alt lívið, men hann gramdi seg ikki, hann var íherdigur.

Eitt, sum eg má nevna, heimbygdin Sandur stóð Boga nær, hann elskaði alt sum rørdist á Sandi, tað má eg siga var vakurt.

Síðan kemur eitt mál í ljósmála, tað var Sandoyartunnilin. Var eg grammur at fáa tunnilin, Bogi var ikki aftari, vit tosaðu dagliga øll hesi árini, vit vóru góðir vinnmenn.

Tann dagin Bogi bleiv sjúkur, fór hann í tunnilin yvir á Sjúkrahúsið.

Løgið sum lagnan er her á fold. Bogi hevði tosað so nógv um Sandoyartunnilin, hann hevði havt so sterkar meiningar um tunnilin, hann offraði so nógv av tíð at tosa um framburðin, sum fór at verða.

So bleiv hansara síðsti túrur, á lívi, gjøgnum hetta stórverk.

Bogi samlaði alt tilfar frá øllum, sum skrivaðu. Fyri einum árið síðani, fekk eg øll útklippini norður at kopiera.

Eina viku áðrenn Bogi fór foldum frá, segði hann við meg; Gerhard, tú skal fáa taskuna við klippunum, hann visti, at eg hevði eina ætlan við tí.

Eitt annað, sum eg noyðist at nevna er, tað var tann dagin, eg var á keiini á Sandi og tók ímóti Sandshavinum. Slíkar løtur í heimbygdini hjá Boga, livdi hann leingi upp á, tí, sum eg nevndi, heimbygdin Sandur var Boga so kær. Tað tosaðu vit báðir ofta um, jú, Bogi var heimasandsmaður burturav.

Jú, heimbygdin og hann vóru tætt knýtt.

Eg fari her at ynskja frið yvir henda serliga vinmann mín.

Góða Henrietta, børnini og abbabørnini, tit hava mist ein góðan mann, pápa og abba, ein dag skulu tit møtast aftur.

Heilsan

Gerhard